Torkils Døtur Testo

  • Home
  • >
  • T
  • >
  • Týr
  • >
  • Battle Ballads (2024)
  • >
  • Torkils Døtur

Testo Torkils Døtur

Torkil eigur sær døtur tvær
At dansa
Leingi á morgni sova tær
Og væl er mær ansað

Her vil eg á gólvið fram at dansa
Tó at tú vilt mær lív í vanda
Væl er mær ansað

Tær sova sær so leingi á dag
Til sól skín á teirra seingjastað

Ása lítla tendra ljós
Vallarin er til seingjar fúsur

Ása kastaði hurð til gátt
Vallari, hav nú góða nátt

Torkil heitir á sveinar tvá
Gangið á sjógv og kyndi bál

Tað var um ein morgun ný
At dansa
Vallarin brann í grønari líð
Og væl er mær ansað

Her vil eg á gólvið fram at dansa
Tó at tú vilt mær lív í vanda
Væl er mær ansað